IM Helgi Dam Ziska, sum í hesum døgum er við í EM í talvi í Fraklandi, møtir í fyrsta umfarinum einum av heimsins sterkastu telvarum, GM Peter Svidler úr Russlandi. Til ber at fylgja telvingin beinleiðis umvegis alnótina. Talvið byrjaði kl. 14.00. Sí nærri á www.faroechess.com.
Í EM kappingini 2011 luttaka omanfyri 400 telvarar. Kappingin er sera sterk. Helgi er styrkismettur nr. 199, meðan Peter Svidler er styrkismettur nr. 1 og er harvið ein av favorittunum at vinna kappingina.