EM-áskoðarar í vanda fyri at fáa meslingar

Nógvir fótbóltsfjepparar kring Evropa - og óivað nakrir í Føroyum eisini - gleða seg til at fara til vøkru fjallalondini í Mið-Evropa, Sveis og Eysturríki, sum verða vertir, tá EM-endaspælið í fótbólti verður avgreitt í summar. Nú mæla myndugleikar í fleiri evropeiskum londum ferðafólkum, sum ætla at ferðast til Sveis og Eysturríki, um at vaksinera seg, áðrenn tey fara avstað til hesi londini. Stjórin fyri evropeiska heilsustovnin ?European Centre for Disease Prevention and Control? - stytt ECDC - Zsuzsanna Jakab sigur í einari fráboðan: ?Meslingar er ein hin mest smittuberandi sjúkan, sum vit stríðast við. Meslingar kunnu elva til álvarsamar sjúkur, og eisini til deyðsføll. Um fólk fara til økið har nógvir tilburðir við meslingum eru, og ikki eru vaksineraði, so eru tey í einum sera stórum smittuvanda. Talið av tilburðum er øktur sera nógv í fleiri evropeiskum londum, so tað er nógvar miljónir óvaksineraðir evropearar, sum eru í einum stórum vanda fyri at fáa meslingar.? Hetta er vert at leggja í geyma hjá øllum føroyingum, sum fara at ferðast í næstum.