EM: Podkastur um "føroyska undrið" móti Noregi

Hoyr podkastin hjá Chris O'Reilly, Brian Campion og Alex Kulesh, The Uninformed Handball Hour

Chris O'Reilly, Brian Campion og Alex Kulesh eru ofta frásøgumenn til stroymingarnar hjá Eurohandball frá ymiskum evropeiskum dystum, bæði landsdystum og dystum í evropeiskum kappingum fyri felagslið.

 

Chris O'Reilly, Brian Campion og Alex Kulesh hava eisini ein podkast teir nevna: "The Uninformed Handball Hour"

 

Mesti parturin av teirra seinasta podkasti snýr seg um Føroyar, har okkara leikarar og ikki minst okkara fjepparar fáa nógv góð orð við á vegnum.

 

Chris O'Reilly, Brian Campion og Alex Kulesh klára ikki at dylja hvussu glaðir teir eru vegna hondbóltsøru lítlu tjóðina, Føroyar, at vit hava megnað hetta flotta úrslitið móti stóru hondbóltstjóðini, Noregi. 

 

HER ber til at hoyra podkastin hjá Chris O'Reilly, Brian Campion og Alex Kulesh, ið snýr seg í mestan mun um Føroyar: 

 

##med2##