Í dag er annar dagur í høvuðsumfarinum í EM í manshondbólti.
Í gjár legði bólkur 1 fyri, har Kroatia og Spania varðveittu favorittleiklutin, meðan Týskland hekk í hálvfinalustŕíðnum.
Sí eisini:
Kroatia, Spania og Týskland vunnu greiðar sigrar
Í dag eigur bólkur 2 - ella norðurlendski bólkurin - tørn.
Har stríðast Norra, Svøríki og Ísland við Slovenia, Ungarn og Portugal um tey bæði hálvfinaluplássini.
Norra hevur longu tvey stig fyri sín sigur á Portugal, og kann við sigri á Ungarn - sum framvegis ikki hevur tapt ein dyst - taka eitt stórt fet ímóti hálvfinaluni.
Fyri Svøríki og Ísland er kravið greitt: Alt annað enn sigur ímóti ávikavist Portugal og Slovenia fer at gera seg inn á vónirnar um hálvfinalur. Sí stigatalvu niðanfyri:
Støðan í høvuðsumfarinum (tvær tær fremstu tjóðirnar í hvørjum bólki spæla seg í hálvfinalurnar)
| Bólkur 1 | Dystir | Málmunur | Stig |
| Spania | 2 | 13 | 4 |
| Kroatia | 2 | 12 | 4 |
| Týskland | 2 | 1 | 2 |
| Eysturríki | 2 | -1 | 2 |
| Kekkia | 2 | -9 | 0 |
| Hvítarussland | 2 | -16 | 0 |
| Bólkur 2 | Dystir | Málmunur | Stig |
| Norra | 1 | 6 | 2 |
| Ungarn | 1 | 6 | 2 |
| Slovenia | 1 | 2 | 2 |
| Svøríki | 1 | -2 | 0 |
| Portugal | 1 | -6 | 0 |
| Ísland | 1 | -6 | 0 |
Dagsins skrá og stroyming (trýst á dystirnar fyri beinleiðis stroyming hjá Evropiska hondbóltssambandinum)











