Evropameistarakappingin í hond bólti fyri menn byrjar í Serbia í dag, og teir næstu fjúrtan dagarnar fara 16 tey bestu landsliðini í Evropa at kappast um meistaraheitið.
Tey 16 londini eru býtt sundur í fýra bólkar, sum síggja soleiðis út:
Bólkur A: Danmark, Pólland, Serbia og Slovakia.
Bólkur B: Kekkia, Makedonia, Týskland og Svøríki.
Bólkur C: Frakland, Ungarn, Russland og Spania.
Bólkur D: Kroatia, Ísland, Noreg og Slovenia.
Fýra teir fyrstu dystirnir eru í kvøld. Í bólki A møtast Serbia og Pólland og Danmark og Slovakia, í bólki B eru dystirnir millum Týskland og Kekkia og millum Svøríki og Makedonia.
Bólkarnir C og D byrja ikki fyrr enn í morgin. Dystirnir eru Noreg-Slovenia, Ísland-Kekkia, Frakland-Spania og Ungarn-Russland.