EM: Málríkur javnleikur millum Niðurlond og Portugal

Portugal má hava hjálp frá Danmark fyri at sleppa at spæla um fimta plássið

Niðurlond og Portugal hava leikt teirra seinasta dyst í EM-millumbólki 2 í Hamburg.

 

Dysturin endaði við javnleiki 33-33. Í steðginum vóru Niðurlond á odda 17-15.

 

Javnleikurin gagnaðist niðurlendingum betri enn portugisum. Talan var um fyrsta stigið hjá niðurlendingum í millumumfarinum.

 

Niðurlond eru millum liðini Føroyar kunnu møta 6. og 10. mai í tveimum Play Off dystum um rættin at taka lut í HM-endaspælinum í Danmark, Noregi og Kroatia í januar í 2025.

 

Portugisar kundu við sigri í dag tryggjað sær rættin at spæla um fimta plássið, men nú mugu teir hava hjálp frá Danmark, ið spælir móti Slovenia klokkan 17. Vinnur Danmark ella endar dysturin við javnleiki sleppur Portugal at spæla um fimta plássið. Vinnur Slovenia dystin sleppa teir at spæla um fimta plássið komandi fríggjadag.

 

Klokkan 19.30 spæla Svøríki og Noreg. Svøríki hevur tryggjað sær annað plássið, og skal komandi fríggjadag spæla hálvfinalu móti Fraklandi. Danmark hevur tryggjað sær fyrsta plássið og møtir sannlíkt Týsklandi í hálvfinaluni. 

 

Niðurlond - Portugal 33-33 (17-15)

 

Niðurlond: Rutger Ten Velde 7, Ivar Stavast 4, Bobby Schagen 4, Niels Versteijnen 4, Martijn Kleijkers 3, Jorn Smits 3, Luc Steins 2, Iso Sluijters 2, Lars Kooij 1, Niko Blaauw 1, Alex Smit 1, Tim Claessens 1. 

 

Portugal: Martim Costa 8, Luis Frade 8, Antonio Areia 7, Francisco Costa 3, Miguel Martins 2, Rui Silva 1, Leonel Fernandes 1, Salvador Salvador 1, Pedro Portela 1.

 

Støðan:

 

 Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
 1Danmark4400133:1048
 2Svøríki4301124:1116
 3Portugal5212163:1725
 4Slovenia4202117:1224
 5Noreg4103117:1262
 6Niðurlond5014154:1731