Hagfrøðingurin, Regin Reinert hevur verið so beinasamur, at hann hevur nærhugt ymisk hagtøl í samband við EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum í hondbólti, ið byrjar mikudagin.
Millum áhugaverdu hagtølini Regin hevur hugt eftir er hvørjir leikararnir hjá teimum 24 EM-luttakarunum eru, ið hava leikt flest dystir fyri síni landslið.
Peter Krogh við 40 landsdystum er leikarin í føroyska EM-hópinum, ið hevur leikt flest landsdystir. Men samanborið við leikararnar hjá hinum 23, ið hava leikt flest landsdystir, so hevur Peter leikt fáar landsdystir.
Ein hálvur tvøramaður hevur leikt flest landsdystir fyri Danmark, og eitt komandi forsetavalevnið hevur leikt flest landsdystir fyri Ísland.
HER eru leikararnir hjá teimum 24 EM-luttakarunum við flest landsdystum:
Land |
Spælari |
Landsdystir |
Frakland |
Nikola Karabatić |
347 |
Danmark |
Hans Lindberg |
289 |
Ísland |
Björgvin Páll Gústavsson |
258 |
Kroatia |
Domagoj Duvnjak |
242 |
Spania |
Joan Cañellas |
227 |
Sveits |
Andy Schmid |
213 |
Eysturríki |
Robert Weber |
211 |
Norra |
Kristian Bjørnsen |
184 |
Slovenia |
Jure Dolenec |
180 |
Bosnia og Hersegovina |
Mirsad Terzić |
169 |
Ungarn |
Máté Lékai |
166 |
Póland |
Kamil Syprzak |
164 |
Svøríki |
Andreas Palicka |
150 |
Týskland |
Andreas Wolff |
143 |
Serbia |
Nemanja Ilić |
137 |
Portugal |
Pedro Portela |
130 |
Rumenia |
Marius Sadoveac |
129 |
Holland |
Bobby Schagen |
126 |
Tjekkia |
Tomáš Mrkva |
117 |
Grikkaland |
Anastasios Papadionysiou |
81 |
Grikkaland |
Dimitrios Tziras |
81 |
Norðurmakedonia |
Nikola Markoski |
70 |
Montenegro |
Nemanja Grbović |
56 |
Georgia |
Teimuraz Orjonikidze |
53 |
Føroyar |
Peter Krogh |
40 |