Tað eru fleiri, sum fara at vísa EM-dystirnar, sum føroyska A-landsliðið fer at spæla, harav fyrsti dysturin, sum verður ímóti Slovenia, verður klokkan 17 í dag.
Á Strondum skipar StÍF fyri, og her fara tey at vísa allar tríggjar bólkadystirnar hjá landsliðnum á stórskíggja í Bygdahúsinum.
Dystirnir verða leiktir hesar dagar:
* Hósdagin 11. januar klokkan 17, Føroyar - Slovenia.
* Leygardagin 13. januar klokkan 19.30, Føroyar - Noreg.
* Mánadagin 15. januar klokkan 17, Føroyar - Pólland.
Dyrnar í Bygdahúsinum á Strondum lata upp hálvan tíma fyri dystarbyrjan.
- Bjóðið vinum, foreldrum, ommum, abbum ella bara onkrum við. Tað verður stuttligari, um vit eru fleiri.
StÍF leggur dent á, at tað er ókeypis at síggja dystirnar í Bygdahúsinum, og her fara tey eisini at selja sunkist, sjokolátu, kaffi, te og køku.
- Hetta verður sera spennandi. Kom so Føroyar, kom so! Vónandi síggjast vit í Bygdahúsinum, verður lagt aftrat á Strondum.