16 lond fara at kappast um europameistaraskapið í manshondbólti. Eysturríki er vertstjóð fyri kappingini, sum byrjar í dag, og sum endar við finaluni, sum verður sunnudagin 31. januar.
Norðurlond eru væl mannaði hesaferð. Bæði Noreg, Svøríki, Danmark og Ìsland hava spælt seg í EM-endaspælið. Bólkarnir eru mannaðir soleiðis:
Bólkur A:
Noreg, Russland, Kroatia og Ukraina
Bólkur B:
Danmark, Ìsland, Eysturríki og Serbia
Bólkur C:
Svøríki, Týskland, Pólland og Slovenia
Bólkur D:
Frakland, Spania, Ungarn og Kekkia
Trý lið úr hvørjum bólki vinna seg víðari til millumumfarið, har tey taka innanhýsis stigini við sær.
Hjá Europeisku veddingarfyritøkunum er Frakland favorittur til at vinna EM-heitið. Danmark, Kroatia, Spania og Týskland verða eisini mett at hava ein góðan møguleika. Svøríki, Ìsland og Noreg verða mett at verða beint uttanfyri feltið, sum kann røkka hálvfinalurnar.
Øll liðini skulu í eldin í dag. Fyrsti dysturin byrjar klokkan 17, og verður hann millum vertslandið, Eysturríki og Danmark.
Kroatia og Noreg spæla klokkan 19.10, Ísland og Serbia spæla klokkan 19.15, og Svøríki og Slovenia spæla klokkan 19.30 í kvøld.
Tað ber til at fylgja EM-endaspælinum í manshondbólti á TV2 og á TV2 Viasat Sport.










