At Danmark í næsta mána skal spæla tveir kvalifikatiónsdystir um eitt pláss í EM endaspælinum, sum verður í Hollandi og Belgia komandi summar, hevur við sær, at teir tríggir føroysku spælararnir í superliguni fáa seinni vetrarfrí frá donsku landskappingini, enn tað upprunaliga var ætlað.
Sambært løgdu skránni skuldi síðsta umfarið í donsku landskappingini verið avgreitt sunnudagin 21. november. Men av tí at danska landsliðið skal spæla sera týdningarmiklan EM kvalifikatiónsdyst mikudagin 17. november er gjørt av, at eingin dystur skal spælast í landskappingini sunnudagin 14. november.
Hetta hevur aftur við sær, at tvey tey síðstu umførini verða flutt til 21. og 28. november, og tað vil siga, at føroyingarnir í superliguni fáa ikki vetrarfrí frá fótbóltskappingini, fyrrenn fyrsti sunnudagurin í adventini er farin afturum.
Lutakastið
Fyrrapartin í gjár varð lutur kastaður um, hvussu londini, sum framvegis hava møguleika at spæla seg í EM endaspælið, skulu hittast.
Mest merkisvert er, at Skotland og Ongland skulu stríðast um eitt pláss í EM endaspælinum.
Danir vóru hepnir í sínum lutakasti. Teir stúrdu fyri at hitta Ongland ella Ukreina, og eftir lutakastið fegnast teir um, at Ísrael verður mótstøðuliðið. Danmark og Ísrael hava fýra ferðir áður spælt fótbóltslandsdyst. Danmark hevur vunnið tríggjar ferðir, og Ísrael vann síðsta dystin 2?0. Hann varð spældur í Telaviv 8. februar 1978.
Danmark og Ongland skulu spæla á útivølli fyrst, og tá verða hinir báðir dystirnir Írland?Turkaland og Slovenia?Ukreina.
Fyrru dystirnir verða leygardagin 13. ella sunnudagin 14. november, og seinnu dystirnir, m.a. tann í Keypmannahavn og á Wembley, verða mikudagin 17. november.