Fótbóltur
Tað er óvæntaða úrslitið av eini umfatandi greining, sum norskir granskarar hava gjørt.
Øyvind Norli, sum er ein av granskarunum á liðnum, sigur, at teir hava kannað partabrævamarknaðirnar síðani 1973, og at talan er um púrasta greiðar tendensir.
- Talan er um dramatiskt fall í partabrævamarknaðinum, tá tey stóru londini tapa. Til dømis vil eitt tap í knock-out umførunum í HM-kappingini bera eitt fall upp á 0,38% við sær á marknaðinum í tapandi landinum. Hinvegin er ávirkan at kalla eingin í vinnandi landinum.
Norli sigur, at talan er um sveiggj, sum onga skilvísa frágreiðing hava, og sum tí helst eru úrslit av, at lagið hjá teimum, sum handla við virðisbrøvum snøgt sagt er verri, um landið hevur tapt ein týdningarmiklan dyst.
Og við at hyggja at dystarskránni fyri EM-kappingina, sum verður spæld í hesum døgum, eru norsku granskararnir komnir eftir, at sveiggini hesa ferð kunnu gerast serliga stór í Fraklandi, Italia, Spania, Turkalandi og Portugal, um hesi lond ikki standa seg nóg væl.
Sambært norska E24.no, so er talan ikki um nakað serskilt fyribrigdi innan fótbólt. Samsvarandi úrslit eru eisini staðfest við stórar kappingar í eitt nú rugby, cricket, íshockey og kurvabólti.