EM: Elias er fremst á trimum yvirlitum - Hákun er triðfremst á tveimum yvirlitum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum hava hagtalsliga staðið seg væl undir EM-endaspælinum

Nú øll 24 liðini eru liðug at spæla innleiðandi bólkadystirnar í EM-endaspælinum í Týsklandi er Elias Ellefsen á Skipagøtu fremst á trimum yvirlitum, og Hákun West av Teigum er triðfremst á tveimum yvirlitum.

 

Givið er, at tá liðini í millumumfarinum fara at spæla fýra dystir hvør í millumbólkunum, og fara eftir tað at spæla plasseringsdystir, hálvfinalur og finalur, so vera tað aðrir leikarar sum vera ovast á yvirlitinum aftaná lokna kapping. 

 

Elias er greitt ovast á listanum við málstigum. T.v.s. eitt yvirlit sum inkluderar bæði skotin mál og assists - upplegg til mál. Har hevur Elias við 23 málum og 25 assists samanlagt 48 stig.

 

##med2##

 

Elias er eisini greitt ovast á yvirlitinum við flest assists.

 

##med3##

 

Elias er eisini langt ovast á yvirlitinum við flest avleveringum/sendingum. Á hesum yvirlitinum er Óli Mittún nummar 11, og Vilhelm Poulsen er nummar 14.

 

##med4##

 

Hákun og Elias eru nummar trý á toppskjúttayvirlitinum:

 

##med5##

 

Og Hákun er nummar trý, og Elias er nummar sjey á brotskastsyvirlitinum:

 

##med6##

 

Hesi yvirlitini eru eisini prógv um hvussu væl Føroyar hava gjørt tað í hesum EM-endaspælinum.