Sp/f EM Asfalt eigur bíligasta tilboðið upp át at asfaltera Rituvíkarvegin. Teir vóru hálva millión bíligari enn Landsverk, sum sjálvt bjóðar upp á arbeiði. Lisitatión var í gjár á Landsverki, har tilboðini upp á Rituvíkarvegin vóru avdúkaði.
Í útbjóðingartilfarinum stendur, at arbeiðið skal gerast í tveimum umførum. Síðst í 2010 skal fyrsti triðingurin asfalterast. Tað er økið á Rituvíkarhálsi, sum er Æðuvíkarvegurin, nýggjur bydarvegur og landsvegur. Restin av arbeiðnum verður gjørt í øðrum ársfjórðingini næsta ár, treytað av at játtan verður á fíggjarlógini.
Trý tilboð vóru upp á arbeiðið. Sp/f EM Asfalt kann gera arbeiðið fyri 2.439.087 krónur, Sp/f HJ Asfalt kann gera tað fyri 2.445.108 krónur, meðan Landsverk kann gera arbeiðið fyri 2.989.994 krónur.
Arbeiðið varð mett at kosta 3,0 milliónir krónur. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.