Elton John kundi endað sum Whitney

Gjøgnum tíðina hevur Elton John selt meir 250 milliónir fløgur og vunnið mangar heiðurslønir fyri tónleikin hjá sær. Kortini hevur hann í nógv ár verið ávirkaður av rúsevnismisnýtslu, tunglyndi og bulimi.

 

Tað var orsakað av rúsevnismisnýtslu, at heimskenda, amerikanska sangstjørnan, Whitney Houston, doyði. Elton John er vísur í, at tað eins væl kundi verið hann

 

– Tað hevði væl tað sama kunnað verið eg. Tað er eitt undur, at lívið hjá mær ikki endaði, sum hjá Whitney Houston. Eg ivist ikki í, at eg havi tikið meiri rúsevnir, enn hon nakrantíð hevur, sigur Elton John við heimasíðuna, E!News.

 

Í 1990 helt Elton John uppat at taka rúsevni. Men sambært 65 ára sangaranum hevði hann ikki verið tónleikastjørnan, sum hann er í dag, um hann ikki hevði fingið hjálp til at steðga rúsevnismisnýtsluni hjá sær.

 

Skrivað hevur Neli Heldarskarð