Ein stoltur Elton John var fríggjadagin til frumframsýning til nýggja sangleik sín ?Billy Elliot?. Bretski sangarin strálaði yvir succes?ina og segði frá, at hann framvegis hevði ringt við at skilja, at hann í løtuni hittar á Broadway.
Elton hevur áður skrivað tónleik til sangleikirnar ?Aida? og ?The Lion King?, sum framvegis hitta stórt í kendu sjónleikaragøtuni.
- Tá ið eg hyggi oman eftir gøtuni, síggi eg skilti til ?The Lion King? og hugsi, at eg ongantíð í lívinum hevði ímyndað mær at skula standa her og tosa um nakað, eg havi skrivað til ein sjónleikarpall, segði 61-ára gamli sangarin og legði afturat, at honum í veruleikanum dámar betur at skriva til ein sangleik enn at taka upp eina fløgu.
?Billy Elliot? er baserað upp á filmin frá 2000 og eins og í London-uppsetingini deila heili tríggir ungir sjónleikarir fysiskt krevjandi leiklutin.
Millum gestirnar til frumframsýningina vóru borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, leikstjórin Ron Howard, sjónleikarin Kevin Spacey, tíðindakvinnan Barbara Walters og tennisstjørnan Billie Jean King.