Hensia Jacobsen giftist til Syðrugøtu í 1942, har hon hevur búð síðan. Í 60 ár hevur hon búð mitt í bygdini við útsýni yvir sandin, áðrenn nakar G! festivalur á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Hon eigur fjósið og hoyggjhúsið, sum stendur yvirav Valhøll, har festivalkirkja hevur húsast hetta vikuskiftið.
- Tað er øgiliga stuttligt at kunna veita nakað gott til festivalin, sigur 93 ára gamla Hensia, ið hevur 8 børn, 34 ommubørn, yvir 40 langommubørn og ein oldurommuson, Jónas.
- Fyrireikarar av festivalinum ringdu ein dagin til sonin hjá mær, Dungajákup, og spurdu, um tey kundu læna hoyggjhúsið. Tað var sjálvandi ongin trupulleiki.
Hensia man nokk vera elsti festivalgesturin í ár. Hon er tó ikki nógv inni á festivaløkinum og lurtar eftir tónleikinum.
- Fyrr plagdi eg at fara til Rituvíkar, meðan festivalurin var, tí hann elvir til so nógvan larm. Nú orki eg ikki at ferðast longur, so nú eri eg bara heima.
Hóast hon ikki tímir at lurta eftir so nógvum tónleiki, so er tað tó ein, ið hon hevur lurtað eftir.
- Eivør lurtaði eg sjálvsagt eftir í gjár. Eg sat í køkinum og lurtaði gjøgnum vindeygað, sigur Hensia, ið upprunaliga er av Streymnesi.
At eitt hoyggjhús verður gjørt til eina kirkju er ikki hvønn dag. Hensia hevur eisini eina stuttliga søgu í hesum sambandi.
- Ein sonurin hjá mær koyrdi framvið hoyggjhúsinum herfyri og sá, at har stóðu trý fremmand fólk. Hann steðgaði tí bilinum fyri at vita, hvør tað var. Hann helt, at tað var onkur, sum var komin eftir gomlum hoyggi, men tá vísti tað seg at vera tríggir prestar, sigur Hensia flennandi at enda.