Elsti debutantur nakrantíð

Egil á Bø verður eftir øllum at døma elsti debutantur á landsliðnum nakrantíð, tá Føroyar spæla venjingardyst móti Portugal komandi mikudag

Tað er sannlíkt, at Egil á Bø verður á vøllinum, tá føroyska landsliðið í komandi viku skal spæla venjingardyst í Portugal. Sundalagsmaðurin fekk fyri fyrstu ferð landsliðboð farna hósdag, og sum 34 ár, fýra mánaðir og 18 dagar gamalur ferð hann at spæla sín fyrsta landsdyst. Hann slær tískil metið sum elsti debutantur á føroyska landsliðnum nakrantíð.


Metið frá 1989

Tá Føroyar tann 16. apríl í 1989 spældi venjingardyst móti Kanada var toftamaðurin Jógvan Petersen innskiftur til sín fyrsta og einasta landsdyst. Hann var tá 34 ár, ein mánað og 13 dagar gamalur. Tað hevur verið met øll hesi árini, síðan føroyingar fingu altjóða limaskap.

Men nú er lagt upp til, at stinni verjuleikarin í Sundalagnum tekur metið.


Ikki vanligt

Tað er ikki vanligt, at leikarar í 30-unum fáa landsliðsboð fyri fyrstu ferð. Tað var sagt at vera serligt, tá René Henriksen sum 28 ára gamal spældi á danska landsliðnum fyri fyrstu ferð. Hann gjørdist eisini drúgvur, og spældi í alt 66 landsdystir.

Nú føroyska metið allarhelst verður tikið, er spurningurin, hvar Egil á Bø liggur á listanum yvir elstu debutantar nakrantíð. Um tað er ein tílíkur, væl at merkja.