Elsta og yngsta felagsliðið í eldin

EB/Streymur hevur ment seg til eitt sterkt steypakappingarlið, men FC Suðuroy vísti mikukvøldið, at teir eisini meina sína luttøku í hesi kapping í fullum álvara

FC Suðuroy vann mikukvøldið 6-1 á Skála og spældi seg harvið víðari í steypakappingini. At vinna 6-1 er at vísa format, men tá mótstøðuliðið var Skála, sum spælir í triðbestu deildini, so skal hesin stórsigur takast við einum ávísum fyrivarni.

Hinvegin ber ikki til at taka frá FC Suðuroy, at teir nú hava vunnið tveir dystir á rað. Fyrst á B68 farna vikuskiftið og mikukvøldið á Skála. Hesar báðar dystirnar hevur liðið skorað níggju mál og mikukvøldið vóru málskjúttarnir ikki færri enn seks í talið. Teirra millum Obi Charles, sum eisini gjørdi tvey mál móti B68, og er ein vandamikil harri.

Hyggja vit at hinum restina av landskappingardystunum, FC Suðuroy hevur spælt í ár, so hevur liðið eisini fingið javnleik í móti bæði HB og NSÍ. Tað er flott av uppflytarunum, sum í roynd og veru einans hava tapt ein landskappingardyst av fýra.

Dystin, teir taptu var í móti júst EB/Streymi fyri tveimum vikum síðani. Hesin dystur var við Margáir í Streymnesi og heimaliðið vann 2-0. Til henda dystin hevði EB/Streymur nógvar mans skaddar. Men Marni Djurhuus varð flogin heim úr Danmark og her á blaðnum skrivaðu vit tá, at Marni var munurin. Marni Djurhuus var ikki við teir báðar fyrstu landskappingardystirnar hjá EB/Streymi, sum teir taptu og spældu javnt, og hann var heldur ikki við seinasta umfar, tá tað gjørdist til javnleik í Gøtu.

Sunnudagin verður Marni Djurhuus við aftur. Um tað fer at føra til sigurs er ilt at siga, men ein stór hjálp er tað undir øllum umstøðum at fáa hann aftur, tá bæði Daniel Udsen og Brian Olsen framvegis eru skaddir, umframt at Alex José dos Santos er leikbannaður.

Hjá FC Suðuroy er bara Mustapha úti, annars hava teir allar mans tøkar.