Elsba Hardlei farin

Fríggjadagin 5. februar andaðist Elsba Hardlai í Havn, 70 ára gomul. Elsba er best kend frá mótahandlinum 29 v/Elsbu Hardlai í Tróndargøtu, sum hon rak saman við manninum Jan Hardlai.

Hon var eisini kend undir navninum Elsba í Skotinum, tí hon byrjað sum sjálvstøðug handilskvinna við mótahandlinum í Skotinum úti á Reyni í 1976.

Í november 1977 læt SMS upp, og har var Skotið til 1984, tá handilin flutti oman í Bringsnagøtu. Síðan 1990 hevur handilin verið í Tróndargøtu 29 og eitur 29. Elsba og Jan hava arbeitt væl saman øll hesi árini, og handlarnir hava havt sín heilt serliga stíl.


Elsba var dóttir Karolinu, f. Magnussen, úr Saksun, og Mads Andreas Jacobsen (1891- 1944), sum M.A. Jacobsens virðislønirnar eru uppkallaðar eftir. Elsba átti seks børn umframt ommu- og langommubørn.