Amerikanski elbilaframleiðarin Tesla ger ímóti boðum frá myndugleikum í California við at taka uppaftur arbeiðið á eini verksmiðju í statinum.
Tað skrivar Tesla-stovnarin, Elon Musk, í einum tweeti í dag.
Heilsumyndugleikarnir í Alameda County søgdu um vikuskiftið, at verksmiðjan í býnum Fremont ikki skal lata uppaftur, so leingi avmerkingarnar fyri at berja niður koronavirus eru í gildi.
Tað fekk Elon Musk at hótta við at flyta stóra arbeiðsplássið úr California til Texas ella Nevada í staðin.
Tesla hevur stevnt Alameda County fyri at bróta grundlógina hjá Califorina við at gera ímóti boðum frá guvernørinum, Gavin Newsom.
Newsom boðaði hósdagin frá, at framleiðsluvirki kunnu taka uppaftur arbeiðið.
/ritzau/











