Elon Musk bakkar – keypir kortini ikki Twitter

Sambært AP og BBC skal Elon Musk rinda eina milliard dollarar fyri brot á avtaluna

Heimsins ríkasti maður hevur Boðað frá, at hann kortini ikki keypir Twitter. Twitter boðaði annars frá tann 25. Apríl, at nógv umtalaði íverksetin Elon Musk skuldi keypa Twitter, sum er fjór mest vitjaða heimasíðan í heiminum.  Kostnaðurin skuldi verða 44 milliardir dollarir, sum er omanfyri 320 milliardir krónur.

 

Stutt eftir kunngerðina frá Twitter, byrjaði Elon Musk at trekkja seg frá avtaluni og hevur nú endaliga avlýst keypið.

 

Sambært Elon Musk, hava Twitter brotið fleiri partar av avtaluni. Tesla og SpaceX eigarin hevur lagt Twitter undir at bróta avtaluna teirra millum, við at dylja upplýsingar um spam og falskar brúkarar á vælumtókta miðlinum.

 

Twitter skuldi prógva, at teir sonevndu spambots fevndu um færri enn fimm prosent av brúkarunum, kravdi Elon Musk.

 

Sakførarin hjá Musk sigur, at Twitter megnaðu ikki at ganga krøvunum frá Elon Musk á møti.

 

Frá Twitter ljóðaði tað í juni, sum at man framhaldandi ynskti “samstarvsfús at halda á við at deila upplýsingar við Musk”

 

Sjálvur er Elon Musk sera aktivur á Twitter. Hann hevur omanfyri 100 milliónir fylgjarar. Fleiri av hansara “tweets” eru heldur ivasom og umstrídd. Eitt dømi var tá hann tann fyrsta mai 2020 skrivaði “Tesla partabrøvini eru ov dýr eftir mínum tykki”. Úrslitið varð at hansara fyritøka fall 14 milliardir dollarar í virði.

 

Aftaná hetta kom fram, at Elon Musk kortini ikki vil keypa Twitter, fall Twitter partabrævið við 7,5 prosentum.

 

Leiðslan í Twitter sær tó enn ein møguleika fyri, at avtalan kemur ígjøgnum, skrivar Reuters.

 

 

 

Nevndarformaðurin í Twitter Brett Taylor er uppsettur uppá at Elon Musk skal keypa Twitter.

 

- Leiðslan í Twitter er plikta at fáa handilin gjøgnumførdan til tann prísin og tey krøvini, ið eru avtalaði við hr.Musk

 

Skrivar Bret Taylor á Twitter. Sambært Bret Taylor vil nevndin taka løgfrøðilig fet fyri at fáa avtaluna ígjøgnum.