Elmar Poulsen 60 ár

Hósdagin 6. januar 2005 fyllir Elmar Poulsen í Klaksvík 60 ár. Í hesum sambandi verður móttøka í Norðoya Sparikassa millum kl. 16-18. Elmar hevur arbeitt á stovninum síðan 1974

Elmar Poulsen er sonur Marthu og Jóhannes Poulsen. Eftir loknan fólkaskúla byrjaði hann sum býdrongur hjá J. F. Kjølbro í 1962.

Í 1971 varð hann headhuntaður til Stella Shipping Commercial Ltd., har hann starvast til 1972, tá hann fer í starv sum skrivstovumaður á Kósavirkinum.

1. oktober 1974 tekur Elmar við starvi í Norðoya Sparikassa. Í sparikassanum hevur hann starvast innan fleiri starvsøki, eitt nú sum kassameistari, hóast tey flestu í dag kanska kenna hann best frá privatkundadeildini, har hann m.a. fæst við útlánsvirksemi. Elmar hevur eisini verið álitismaður, trygdarumboð og í 2000 varð hann valdur í nevnd sparikassans sum starvsfólkaumboð.

1. oktober 2004 hevði Elmar 30 ára starvsdag í Norðoya Sparikassa, og nú hann rundar tey 60 verður móttøka hósdagin 6. januar millum kl. 16.00 og 18.00 á høvuðsskrivstovu sparikassans, har familja, vinir og viðskiftafólk eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið.