Elly Nielsen 30 ára starvsdag

Mikudagin 4. februar var lítið hátíðarhald hjá Føroya Fiskavirking í Havn, har fleiri starvsfólk sum høvdu arbeitt á sama arbeiðsplássi í 25, 30 ella 40 ár vórðu heiðraði við blómum og gávum. Ein teirra var Elly Nielsen í Havn, sum hevur arbeitt á virkinum í yvir 30 ár

Elly er 66 ára gomul og er upprunaliga úr Kollafirði, men hevur búð í Havn síðan hon var 6 ára gomul, hon er dóttir Betty, f. Hansen, úr Kollafirði, og Kornelius Reinert, ættaður úr Norðradali. Familjan flutti til Havnar í 1944.

Elly byrjaði á Bacalao í 1955 og arbeiddi har í fyrstu syftu til 1967, síðan kom hon aftur í 1982 og hevur arbeitt á flakavirkinum síðan tá, so hon hevur arbeitt har í yvir 30 ár tilsamans, og næstan 50 ár eru liðin síðan hon byrjaði. Í 1993 bleiv virkið yvirtikið av Føroya Fiskavirking.

Yvir 30 ár á sama arbeiðsplássi er ein langur arbeiðsdagur, men Elly hevur trivist sera væl, og arbeiðsumstøðurnar eru nógv betraðar øll hesi mongu árini, síðan hon byrjaði í 1955, tá arbeiddu tey mest saltfisk. Tá skipini landaðu, vóru tey umleið 200 fólk til arbeiðis.

Elly giftist við Mikkjal Nielsen, ið var ættaður úr Hvalba. Mikkjal doyði í 1985, 47 ára gomul. Tey fingu trý børn: Lailu, sum býr í Esbjerg og Niels Kára og Jóhannis sum búgva í Havn.