Ellisheimsfløkjan í Eysturoynni

Tíðina upp undir jól hevur Rósa Samuelsen javnan staðið í andglettinum, álopini hava verið nógv, og onkrar av skolunum eru eisini av órøttum oystar yvir hana.

At sita í hennara politiska stóli er heldur ikki lætt, tá ið sparast skal, tí líka mikið hvørja avgerð hon tekur, so verða sjálvt tær røttu avgerðirnar tulkaðar sum skeivar. Tí onkur má merkja niðurskurðin.

Ofta verður av kommunalpolitikarum funnist at ógreiða býtinum millum land og kommunu á eldraøkinum. Hesum taki eg fult undir við og haldi eisini, at tíð er upp á at fáa hesar fløkjur greiddar, men satt at siga so skilji eg ikki atfinningina hjá kommununum í Eysturoynni móti flytingini av røktarplássunum úr kjallaranum í Gøtubrá.

Einki pláss verður niðurlagt – tað verður bert ruddað upp í ábyrgdarfløkjuni.

At gera fløkjuna av tí almenna/kommunala enn meira fløkt er Gøtubrá eitt fekst dømi uppá.

Hví skal kjallarin í Gøtubrá nýtast sum eitt sminkað Ellisheim við sersømdum?

Hini eldrasambýlini/umlætingarheimini verða – tíverri - eisini nýtt sum Ellisheim – uttan nakrar sersømdir. Sum verja móti hesi broyting verður grundgivið við, at 100 fólk standa á bíðilista til Røktarheim. Er tað veruliga so galið, at framtíðarpolitikkurin er at loysa trupulleikan, við pjøssaloysnum, í ymsum kjallarum???? Nei, trupulleikin fer bara at vaksa sum árini ganga – veruliga loysnin er eitt Ellisheim afturat í Eysturoynni. Norðurstreymoy og Vágar eru normeraðar við trimum ellisheimum, so tað er avgjørt upp á sítt pláss, at tvey eru fyri Eysturoynna. Fuglafjørður hevur tíverri slept tí ætlan, sum løgd varð á hesum øki, men onkur onnur kommuna má verða so mikið at sær komin at kunna taka við, har slept er.

Í veruleikanum tosa komunalpolittikararnir í Eysturoynni við tveimum tungum.

Kravt verður eitt greiðari ábyrgdarbýti millum land og kommunu, samstundis sum teir sjálvir framleiða fløkjur í hinum endanum. Hetta má kallast politiskt skemt á høgum støði.

Nei, - nýtið Ellisheimini til ellisheim og eldrasambýlini til tað, tey eru bygd til.


Rósa!

Sum fyrrverandi býráðspolitikari í Fuglafirði, við ábyrgd av eldraøkinum, og stýrislimur í Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í 8 ár, vil eg stuðla tær í tíni avgerð. Tín strategi í Eysturoynni er røtt, ein byrjan upp á at loysa fløkjuna av ábyrgdarbýtinum. Hetta er byrjanin – halt síðani áfram við sama treysti!