Tað er Freydis Poulsen í Klaksvík, sum eftir áheitan frá einum áhugabólki, hevur skrivað søguna um ellisheimið, sum ikki mundi komið.
Í samband við, at Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku í Klaksvík herfyri varð tikin í brúk, hevur Áhugabólkurin fyri eldri og gomul í Norðoyggjum givið út bókling, sum lýsir ætlanina at byggja ellisheim í Klaksvík og gongdina í málinum frá 1945-2002. ?Søgan um Ellisheimið? telur 40 blaðsíður.
Í fororðinum sigur høvundurin, at munnligu keldurnar vóru fáar, nú so long tíð er fráliðin, síðani arbeiðið fyri einum ellisheimi í Norðoyggjum var størsta samrøðuevni millum fólk her.
Skrivligt tilfar
Av tí, at minnið oftast er svikaligt, gjørdi Freydis av at nýta skrivligt tilfar aftrat tí munnliga fyri at lýsa málið, sum tað var, tá tað var aktuelt.
Aftrat tí søguligi gongdini, hevur høvundin lagt størstan dentin á at vísa á tað samanhald og bjartskygni, sum var millum fólk í øllum heimunum í Norðoyggjum. Hetta var eitt mál, ið øll høvdu áhuga fyri og løgdu alla orku í at fáa framt.
Áhugavert er at síggja nøvnini á øllum teimum, ið sótu í nevndunum, sum vóru við í arbeiðnum. Eisini eru myndir av fleiri av teimum, sum stóðu fremst í stríðnum fyri at fáa savnað pening til ellisheimið.
Men, sum høvundin sigur, so er hetta bert ein lítil partur av øllum teimum, sum við vóru í arbeiðnum.
Bóklingurin, sum kostar 100 krónur, er at fáa í Búnanum og hjá Eilif Arge. Peningurin fer óskerdur til tiltøk fyri eldri í Norðoyggjum.
Bóklingurin, sum er sera áhugaverdur og væl úr hondum greiddur, er ein góð og bílig gáva, sum lýsir ein part av bygdasøguni hjá klakvíkingum.