Nes kommuna fær í 2015 væntandi 9,7 miljónir krónur í inntøkum, sum kommunan skal fíggja raksturin av eldraøkinum við.
Tað veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga í kvøld eftir fundin í bygdaráðnum mánakvøldið, tá fíggjarætlanin fyri 2015 varð samtykt.
Sagt verður eisini, at kommunurnar við Skálafjørðin eru gingnar saman í samstarv um eldraøkið, rópt Skálafjarðarsamstarvið.
- Semja er gjørd millum kommunurnar um, at Eysturoyar Røktar-og Ellisheim og øll sambýlini við Skálafjørðin skulu avhendast Skálafjarðarsamstarvinum, og at ognarluturin hjá kommununum verður í mun til fólkatalið.
Á heimasíðuni verður lagt aftrat, at hesi viðurskifti væntandi verða komin uppá pláss í 2015, og í hesum sambandi er roknað við eini inntøku í fíggjarætlanini á 4,0 miljónir krónur.