Ellisakfarið hesaferð: Toyota Mark II hjá Peturi Højgaard

Petur Højgaard á Toftum eigur ein Toyota Mark II Hardtop við 6-sylindarum og 2600 cc, ið er ein serligur bilur, sum varð bílagdur beinleiðis úr Japan í 1975. Hesin Mark II var ikki vanlig søluvøra í Danmark

Tað var Bogi Rasmussen í Runavík, sum hevði bílagt bilin, sum kom til Føroya fyrst í 1976. Talan var um ein flottan og væl útgjørdan bil í mun til hinar Mark II, sum vóru í Føroyum tá.   

 

Av tí at hann hevur so stóran motor, eru t.d. forskermarnir og motorhjálmurin eitt sindur longri enn á teimum vanligu Mark II. Motorurin hevur 150 hk.

 

Bogi Rasmussen átti bilin í eini 4 ár. Hann lakkeraði bilin svartan, stutt áðrenn hann seldi hann til Hans Berg Hammer í Klaksvík í 1980.

 

Petur Højgaard keypti bilin í 1985, og stóð hann sundurtikin umleið 25 ár. Hann fór síðan í gongd við at restaurera hann heilt frá grundini, og er hann í sera góðum standi.

 

Hann bleiv skrásettur í august 2011 við upprunaligu nummarplátunum: Fø 57.950. Tá bilurin var nýggjur, setti Bogi Rasmussen nummarpláturnar á bilin, og tað slapp hann aftur at gera í 2011.

 

##med2##

##med3##

 

Petur Højgaard hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Berg Motors. Hann hevur átt nógvar Toyota bilar, sum hann hevur sett í stand og selt. Hann sigur, at hann hevur átt umleið 25 Toyota Mark II. Hann og synirnar eiga fleiri gamlar Toyota og Lexus bilar.

 

Petur er limur í Føroya Ellisakførum, og er hann við til flaggdagskoyringina og onnur tiltøk hjá felagnum. Hann er serliga áhugaður í gomlum bilum frá tíðini, tá hann var ungur.

 

##med4##

##med5##

 

Toyota í Føroyum

 

Søgan um Toyota í Føroyum byrjar í 1963, tá fyrsti Toyota Stout kom til Rósing Rasmussen í Runa­vík, sum var Toyota umboð í Føroyum.

 

Áðrenn Rósing Rasmussen fór at selja Toyota, sam­starv­aði hann við Bilasøluna Norrøna hjá Pet­uri Há­berg og Jens Christian Christiansen (Kissa) í Havn um sølu av bilum sum t.d. Triumph, Studebaker og Plymuth.

 

Í 1963 skaffaði ein dani, sum Rósing kendi, honum eina av­talu við eitt firma í Keypmannahavn. Hann fór so niður við Tjaldr­i­num og bleiv koyrdur út í Herlev, har hann fyrstu ferð sá Toyota Crown. Hon­um dámdi so væl hesar bilar, at tað førdi til eina avtalu um, at hann skuldi umboða Toyota í Føroyum.

 

Í 1964 komu Toyota Crown og Toyota Corona. Í 1966 kom fyrsti Toyota Corolla, og sama ár fekk hann umboð fyri svensku Scania Vabis lastbilarnar. Sølan av Toyota gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroya. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon.

 

Umframt bilverkstað í Søldarfirði hevði hann skrivstovu og eykalutagoymslu í Runavík og eina søludeild í Torfinsgøtu í Havn.

 

Toyota Mark II vóru framleiddir í ymiskum útgávum frá 1968 til 1976, tá teir vórðu avloystir av Toyota Cressida. Í 1980 yvirtók Reyni Service umboðið fyri Toyota í Føroyum.

 

Sosialurin, 7. februar 2025:

 

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

 

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

6.835 bilar í Føroyum í 1975

 

Tá ið dagsins bilur her á síðunum framleiddur í Japan í 1975 vóru bara 6.835 motorakfør skrásett í Føtoyum. Av teimum vóru 5.318 persónbilar. Last- og vøruvognar vóru 934 í tali, hýruvognarnir 321 , motorsúkklurnar vóru 180 í tali, og bussarnir 82. Árið fyri, í 1974, vóru skrásettir tilsamans 1.557 nýggir bilar. Í 1975 vórðu skrásettir 1.024 nýggir bilar, og 1.711 fólk tóku koyrikort í Føroyum í 1975.

 

Bilurin er ein Toyota Crown 1966 hjá Osmundi Brandarsker. Osmundur koyrdi m.a. hýrukoyring á bilstøðini Taxa 1313 við hesum bilinum. Á myndini er Eyhild Brandarsker. Myndaeigari: Osmundur Brandarsker

Myndin er av einum Toyota Crown frá 1966 hjá Mogens Wraae, sum koyrdi hýruvogn á bilstøðini Taxa 1313 í Niels Finsensgøtu í Havn. Taxa helt til í niðaru hædd í húsunum hjá Hans Andreas Djurhuus (Dia á Vertshúsinum), beint yvir av Sjónleikarhúsinum. Myndaeigari: Osmundur Brandarsker

Myndin er tikin í seinnu helvt av 1970-unum í Niels Wint­h­ers­gøtu í Havn, tá vegurin varð gjørdur av nýggj­um og nú gongur gjøgnum Steinatún og yvir í Bøkj­ar­a­b­rekku. Bilurin fremst á myndini er ein Toyota Mark II 2000. Myndaeigari: Regin Hansen

Framleiðslan av Toyota í Japan byrjaði í 1936 við modell AA. Tað var Kiichiro Toyoda sum stovnaði Toyota Motor Corporation.

Bilurin er ein Toyota Crown Deluxe hjá Erhardi Olsen av Strond­um, sum koyrdi á bilstøðini Taxa 1313 í Havn. Er­hard kom til Havnar at koyra hýruvogn í 1969 við ein­um Toyota Corolla. Hálvt ár seinni keypti hann hendan nýggja svarta Toyota Crown Deluxe, sum kostaði kr. 42.000. Teir sum sita í bilinum eru tveir av limunum í norska ork­estr­i­num Doodle Bugs, sum vitjaði í Føroyum um hesa tíðina. Myndaeigari: Erhard Olsen, Rødbyhavn

Fiat hjá Kiosk Centrum Bilurin her er ein Fiat 1100T hjá Kiosk Centrum í Havn. Myndin er tikin við Áar­vegin í 1961. Centrum er í lága bygninginum beint við bilin. Eisini sæst hand­ilin Tubbak, har sum niðari partur av Hotel Hafnia er í dag. Í 1940 læt Kirstine í Stórustovu, vanliga nevnd Kims, upp kioskina Centrum við Áar­veg­in. Centrum helt til við Áarvegin til 1967, tá flutt var oman á Kongabrúnna. Hes­ir Fiat vørubilarnir vóru vanlig sjón í býnum fyrst í 1960-unum, bæði hjá fyri­tøk­um og hjá teimum sum koyrdu vøruvognskoyring burturav. Fiat 1100T varð í 1967 avloystur av Fiat 238, sum síðan bleiv til Fiat Ducato, sum vit kenna í dag. Mynd: Úr savninum hjá Birgari Johannessen