Hesin brunnur er niðurlagdur fyri nøkrum árum síðani, og hevur býráðið samtykt at lata felagið Føroya Ellisakfør húsast í brunninum, sum skal setast í stand til endamálið.
Hetta stendur at lesa í nýggjasta tíðindaskrivinum hjá felagnum, sum kom út nú um dagarnar.
Mánakvøldið komandi klokkan 2000 hevur felagið limafund í hølunum yviri við Strond, har greitt verður frá um ætlanirnar við brunninum. Teir í Føroya Ellisakførum eru sera fegnir um vælvildina frá býráðnum, tí nú fer at bera til hjá limunum at vera saman um gomlu akførini undir taki, eins og teir eisini kunnu goyma akfør og størri lutir.
Og ambitiónirnar eru stórar, tí ætlanin er, at brunnurin einaferð í framtíðini skal gerast eitt rættuligt tekniskt fornminnissavn. Hugsanir eru eisini frammi um, at vatnveitingin, sum í morgin verður 100 ár, eisini skal vera partur av tekniska fornminnissavninum, sigar teir í Føroya Ellisakførum.