Skráin fyri fundin verður sambært viðtøkum felagsins. Á fundinum verður t.d. val av nevndarlimum, tiltakslimum og grannskoðarum.
Eftir fundin í fjør skipaði nevndin seg við Eiriki Ólason Simonsen sum formanni. Hinir nevndarlimirnir eru: Hans Korsgaard, Páll Danielsen, Finn Jespersen og Hans Jákup Michelsen. Tiltakslimirnir eru Búgvi Apol og John Christiansen.
Eitt av fyrstu tiltøkunum hjá felagnum verður flaggdagskoyringin 25. apríl. Í Føroya Ellisakførum eru umleið hálvtannaðhundrað limir.