Annfinn Brekkstein
valevni fyri sambandsflokkin til býráðsvali í Havnar Kommunu.
Fyri at skera hol í sjógvin og loysa upp fyri tí ovurhondstóra tørvinum á ellis - og røktar-heimsplássum í Tórshavnar Kommunu, og í miðstaðaranum sum heild, er neyðugt við einum greiðum ábyrgdarbýti millum land og kommunur.
Løgtingslóg um studningslán til ellis- og røktarheim hevur til endamál at geva kommunum og øðrum møguleika at søkja um studn-ingslán, tá farið verður undir ný- ella umbygg-ing sum skulu nýtast til endamálið. Hetta er tó treytað av at landstýrismaðurin góðkennir byggiætlanina áðrenn farið verður undir at byggja, at studnigslánið er tryggja innanfyri 90% av metingarvirðinum og at viðtøkur fyri heimið eru góðkendar av landsstýrismanninumn.
Barnaansingin er eitt gott dømi um, at kommunurnar megnaðu upp-gávuna tá barnaansing-in bleiv yvirtikin av kommununum. Í Tórshavnar Kommunu er eingin bíðilisti longur.
Men so er ikki á eldraøkinum, her vanta ellis - og røktarheimspláss til eini 150 fólk vísir ein kanning sum bleiv gjørd fyri hálvum øðrum ári síðani. Og vit vita at hetta tal er vaksið nógv síðani. Ábyrgdin liggur undir Almenna- og Heilsumálaráðnum.
Um Tórshavnar Kommuna skuldi bygt ellis- og røktarheim til ein 60 til 80 fólk,so letur hetta seg ikki gera, tí eingin peningur er tøkur. Peningurin sum varð avsettur er brúktur til ellis- og røktarheim, størsti parturin uttanfyri Tórshavna Kommunu. Landið hevur ábyrgdina av økinum.
Tær verkætlanir sum vóru játtaðar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003, verða ikki lidnar fyrrenn í 2004 og í 2005.
Tað vil so siga at ikki fyrr enn í fyrsta lagi 2006 er møguleiki at fara undir byggjan av fleiri heimum, um ikki málsøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita..
Ein vælrikin og næstan skuldarfrí kommuna, sum Tórshavnar Kommuna sum vil loysa upp fyri tí ovurhonds stóra tørvi á ellis og røktarheimsplássum í komm-ununi, er bundin av fíggjarorku landsins.
Hetta gongur út yvir tey eldru í kommununi, trivnaðin og ikki minst tað sum øll hugsa um? hvat við okkum fáa vit nakað pláss tá vit koma at hava brúk fyri tí?
Sum valevni til býráðið vil undirritaði gera alt fyri at fáa eitt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur, so kommunnurnar sjálvar kunnu raðfesta og taka ábyrgd av eldraøkinum í kommununum.