Ellintur umborð á Tjaldrið

Hann dylir ikki fyri, at hann hevði vónað at fingið kansin við Brimli

 


Ellintur umborð aftur á Tjaldrið


?Hann skal mynstra umborð á Tjaldrinum í dag, men hann hevði vónað at hann slapp við Brimli

Vaktar- og bjargingartænastan


Nú fer Ellintur Abrahamsen, formaður í Skipara-og Navigatørfelagnum aftur til sjós.

Hann er skipari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og í dag skal hann mynstra sum skipari umborð á Tjaldrinum.

Hann viðgongur, at hann er eitt sindur vóbrotin av, at hann ikki fekk møguleikan umborð á nýggja skipinum, Brimli.

Hann vísir á, at skipið, sum hann var skipari á Ólavur Halgi, var skipið, sum varð lagt, tá ið Brimil skuldi byggjast.

Hann hevur siglt við Vaktar- og Bjargingartænastuni í 25 ár og tí er hann eitt sindur vónsvikin av, at hann ikki fekk kansin við Brimli.

Eg havi siglt við øllum eimum gonlu skipunum hjá teimum og eftir so nógv ár í tænastuni, hevði eg vónað at sloppið umborð á eitt nýtt skip, sigur hann.

Skiparar á Brimli vera Óla Jákup Muller og Jan Christoffersen.


Nevndin ikki sett

Annars er nevndin ikki ikki sett, sum skuldi áseta lønina hjá skiparunum og yvirmonnunum umborð á nýggja vaktar og bjargingarskipinum, Brimli.

Tað var í farnu viku, at Løgtingið samtykti at enda tað fimm mánað lngu trætuna um lønina hjá skiparunum og stýrimonnunum á Brimli við lóg.

Løgtingið avgjørdi at tað skal setast ein fýra manna nevnd, sum skal áseta lønina. Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið skulu velja hvør sínar tveir limir í nevndina. nevndin skal vera liðug 1. mai.

Semjast nevndarlimirnir ikki um lønina, skulu teir velja ein uppmann at skera ígjøgnum. Semjast teir ikki um uppmanninm , skal sorinskrivarin útnevna hann.