Ellindur er eiðismaður burturav, hóast hann fyrstu trý árini búði við Gjógv, har pápin var lærari. Ellindur er sonur Kristionnu og Johan Kallsoy, fyrrverandi lærara.
Ellindur hevur sum føroyingar flestir verið sjómaður ein part av lívinum. Skips- og útróðrarmaður. Hevur tó nógvu seinnu árini arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum í Norðureysturoy.
Men eitt, sum eyðkennir Ellind fram um flestu fólk, er hansara ótrúligi musikalitetur. Hann dugir at fáa mestsum alt, sum láta kann, at spæla.
Ikki hevur tað eftir fremmand, sum sagt plagar at verða. Pápin, Johan Kallsoy, var eisini maður við tónlistarligum evnum. Bæði til sang og spæl og gjørdi eisini sangløg. Okkurt er kent frá sangum í Songbók Føroya Fólks.
Ellindur hevur kanska mest brúkt síni musikalsku evni í Eiðis Ljómfelag, har hann spældi fyrstu cornett, tey árini felagið var virkið frá seinast í sekstiárunum og eini 15- 20 ár fram. Onkuntíð var hann frá, tá hann var til skips. Men evnini eru slík, at tað skuldi ikki tann stóra venjingin til at koma við aftur beinanveg, hanna aftur var tøkur. Og eisini í sangkórinum á Eiði var Ellindur við.
Á bygd var ikki soleiðis fyrr sum nú, at ferðandi musiklærarar komu við jøvnum millumbilum at læra fólk at spæla. So har var neyðugt at brúka tey, sum dugdu slíkt. Á Eiði var tað so heppið, at har vóru fleiri, sum dugdu at leika urgu, og Ellindur var ein teira, sum heitt varð á at vera organistur í kirkjuni.
Og so var tað harmonikan. Hon varð mangan tikin fram, tá dansur var. Og eisini har hevur Ellindur mangan víst síni evni.
Tað er nú helst ikki bara eftir dagfestingini, hann er føddur - ellivta mars - at hann er uppkallaður. Lærarafólkini Kallsoy høvdu stóran barnaflokk. Tólv vóru tey í tali. So tá tann ellivti var drongur, sum føddur varð ellivta í mánaðinum, var kanska ikki so ringt at finna navnið Ellindur Kallsoy.