Ellindur Egilstrøð sýnir fram í Keypmannahavn

Framsýningin við føroyska listamálaranum verður 14. mai í Føroyahúsinum, sum er á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.

Listamaðurin Ellindur Egilstrøð fer at hava eina framsýning við sínum “lívssøgum úr føroysku náttúruni”, sum framsýningin kallast.

 

Ferniseringin verður í Føroyahúsinum sunnudagin 14. mai millum frá klokkan 14 til 16.

 

Í tíðindaskrivi og frágreiðing um hesa framsýning sigur James J. Nierras soleiðis:

 

– På denne kunstudstilling kan du forvente at opleve en kunstnerisk åbenbaring, hvor det færøske landskab bliver forvandlet til farverige og levende malerier på lærredet. Udstillingen er en unik mulighed for at opleve Færøernes magiske atmosfære og kunstscene på nært hold.

 

Í fjør hevði Sosialurin eina samrøðu við Ellind, og tá greiddi hann millum annað soleiðis frá um sín íblástur úr føroysku náttúruni:

 

– Eg máli ikki nakað ávíst motiv úr Føroyum. Um man hugsar for nógv um, at tað skal líkjast onkrum, so verður tað ein onnur process, enn tá man málar tað abstrakta, sum eg geri. Tað er ofta týðiligt, at tað er eitt føroyskt landslag, men hvar tað er, má hyggjarin avgera.

 

Málningarnir eru væl dámdir av dønum, leggur listamaðurin sjálvur merki til.

 

– Tey, sum hava verið í Føroyum, fáa eitt sovorðið wauw-upplivilsi til mínar framsýningar. Málningarnir afturkalla onkrar kenslur av teirra Føroyaferð, siga tey við meg. Og tey, sum ikki hava verið í Føroyum, siga seg fáa hug at fara ein túr.