Beatles-trummusláarin og Bee Gees-sangarin eru millum teir bretar, sum fáa ein »Sir-tittul« næsta ár, tá teir verða heiðraðir við riddarakrossi frá bretska monarkinum.
Tvær ferðir um árið ger kabinettið kunnugt, hvør er á listanum yvir teir persónar, sum næsta ár fáa heiðurin sum riddarar fyri sítt starv, tænastu ella reystleika. Tað hendir í juni og beint fyri nýggjár.
Nýggjárslistin, sum varð almannakunngjørdur í gjár, vísir, at The Beatles-trummusláarin Ringo Starr og Barry Gibb úr Bee Gees verða riddarar næstu ferð.
Tað skrivar tíðindastovan AP.
77 ára gamli Ringo Starr, hvørs kristna navn er Richard Starkely, er annar úr Beatles, sum hevur fingið heiðurin. Tað verður so 21 ár eftir at Paul McCartney fekk heiðurin.
Sum riddari kann Ringo Starr metast javnt við Mick Jagger, Elton John og Van Morrison.
71 ára gamli disko-pionerurin Barry Gibb, sum byrjaði Bee Gees saman við brøðrunum Robin og Maurice sigur, at hann er »djúpt æraður, eyðmjúkur og stoltur«.
– Hetta er ein løta í lívinum, sum er virðismett, og sum ongnatíð verður gloymd, sigur hann.
– Ein stóran part av æruni skulu brøður mínir hava. Hendan æran er líka so nógv teirra, sum hon er mín, sigur hann sambært bretsku tíðindastovuni Press Association.
Tvíburarnir Robin og Maurice Gibb doyðu í ávikavist 2012 og 2003.
Fleiri enn 1.100 fólk eru heiðrað í ár. Listin, sum fevnir um politikarar, akademikarar, tíðindafólk, rithøvundar, ítróttarfólk, er gjørdur av bretsku stjórnini og góðkendur av drotning Elizabeth II.
Næsta ár fara eisini barnabókarithøvundurin Michael Morpurgo og fyrrverandi leiðarin hjá Liberalu Demokratunum Nick Clegg, sum stríddist hart fyri at halda Bretlandi í ES, at verða heiðraðir sum riddarar av bretska monarkinum!
/ritzau/