Á einari sjónbandsupptøku, sum bretska blaðið Sunday Times hevur fingið fatur á, sigur Ayman al-Zawahiri, at Elizabeth bretadrotning er ein av fíggindum Islams, og at hon hevur ábyrgdina av tí, sum hann kallar bretsku krossferðina ímóti muslimum. Hann leggur afturat, at muslimarnir í Bretlandi eiga ikki at lata seg ávirka, so teir gerast ein partur av bretska samfelagnum.
Ein partur av sjónbandinum var at síggja í arabiska sjónvarpinum Al-Jazeera beint aftan á yvirgangsatsóknirnar í London í juli, men tann parturin, sum umfatar bretsku drotningina, varð ikki vístur tá.
Tað er ikki bara Ayman al-Zawahiri, sum tosar á bandinum. Tann 30 ára gamli Mohamnmed Sidique Khan, sum var við til at leggja atsóknina í London til rættis, eggjar í upptøkuni øðrum muslimum til at taka lut í tí heilaga krígnum og at líða deyðan sum pínslarváttar.
The Sun skrivar, at bretska fregnartænastan MI5 hevur eisini ta 27 minuttir longu upptøkuna, og at hon greiddi Buckingham Palace frá innihaldinum. Sambært blaðnum varð trygdareftirlitið hjá drotningini styrkt nógv longu aftan á atsóknirnar í New York og Washington fyri góðum fýra árum síðani.









