Elisa í London ð Elisa í ævintýrlandi

Gulla Øregaard
Tórshavn hin 22. nov. 2004


Tá listafólkini Eir í Ólavstovu, Bjørg Mohr Andersen og Hallur Thomsen frá Sjónvarpi Føroya sleppa frá dagliga strevinum við myndatólinum og taka myndatólið til hjarta og kenslu, tá hendir verunliga nakað, sum gevur uppliving.

Tað kennist, sum um tey skapa filmslist á dokumentarøkinum.

Tað er, sum um myndatólið, ljósið og ljóðið renna saman í eina heilskapaða eind, har persónurin, sum verður lýstur, stendur skarur og reinur fyri áskoðaranum. Tú ert eitt sindur í iva um sendingin »Tú mást tola eitt nei« er dokumentar ella fiktión.

Sendingin um Elisu Heinesen hevur heitið »Tú mást tola eitt nei«. Tú varnast tað góða sambandið millum heitið og kvinnuna, sum sigur frá sínum ævintýri í London. Klippingin við krossandi myndum er løtt sum ein ballet.

Vit síggja Elisu gjøgnum ein myndavev, har vovnir verða dreymar, sum Shakespeare onkustaðni hevur tikið til.

Myndasøgan um Elisu í stóru verð er so væl gjørd, at tað er ein fragd at síggja og uppliva okkara tá ið filmsliðið gera listarliga munin.

Sunnukvøldið 21. nov. í bestu senditíð sóu vit Elisu Heinesen í London.

Vit uppliva London við høgum pulsi, sum stórbýurin er kendur fyri, og vit síggja skapandi Elisu í eini verð, har framtíðin var í gjár, og har ferðin er líka týdningarmikil at fyrihalda seg til, sum tað er at minnast til at anda.

Filmurin um Elisu vísir eitt gávuríkt listafólk, sum við vónum og sjónum sniðgevur/designar klædnapløgg til ungar kroppar og framtíðar dreymar um løtur í »glamour«.

Serliga spennandi er Elisa við sínum jarðbundnu meiningum um tað at røkka málum við síni stremban.

Eisini gevur filmurin áskoðaranum gjøgnum vinkonur og arbeiðsgevara eina mynd av eini kvinnu, sum er sera álvarsom við sínum listarliga ítrívi at skapa klæði og gera royndir at skilja fólkini í tíðini og í klædnaídnaðinum.

Elisa velur vinkonur frá kosmopolitiska umhvørvinum í milliónabýnum London Hetta sær út til at vera eitt stimbrandi umhvørvi við ymsum mentanum.

Vinkonurnar geva kvinnuni frá »heimsins nalva«, sum abbin doypti Tórshavn, mótspæl og moralskan stuðul.

Vit síggja og hoyra Elisu í ymsum arbeiðsumstøðum, og allastaðni merkir tú eina stinna virkna unga kvinnu. Hon er ikki bara til. Hon er rættuliga nærverandi í stórbýnum London, og kundi tískil verið uppvaksin har.

Tónleikurin er væl valdur til ymsu løtumyndirnar av Elisu, har hon við ferð stðrir gjøgnum bðin. Full av sjálvsáliti. Hon hevur tað neyðuga í skjáttuni, og tað er vitanin, at hon veit hvat tað vil siga, at verða miðvís og at útvega úrslit.

Hon sigur einastaðni, at sjálvandi má hon lurta eftir, hvat tey, sum bíleggja hennara vøru hava upp á hjarta, men innast inni veit hon, at hon gongur sínar egnu vegir. - Hugsaði, tá ið eg hoyrdi hana, at tað er ikki ókent, at listafólk hvørki kunna, duga ella vilja ganga gøtuna, sum onnur hava stungið út. - Fyrr verður teinurin gingin fleiri ferðir, fyri at leggja tað eftir seg, sum er tað unika. - Tað serliga!

Havi innan fyri eitt døgn sæð filmin tvær ferðir.

Fyrsta sýning í gjárkvøldið var við tónleiki, ljóð- og myndlist frá stórbýi. Frá heimbýli við klippistovu og aftur til náttarmyndir frá London by night.

Í kvøld var filmurin endursendur, og eg skrúvaði ljóðið fyri, meðan eg hoyrdi Johannes Møllehave tosa við Leif Láadal um Hans Christian Andersen og hansara stórfingnu ævintýr.

Fekk hugsanina, at alt hongur saman - Síggi fyri mær, at H. C. Andersen verður fluttur fram til ár 2004 og hann hittir Elisu Heinesen í London.

Tey bæði fara spákandi oman á Piccadilly Circus, har tey seta seg á ein bonk. Hann byrjar at lesa ævintýr fyri Elisu - Hon situr og gloymir seg burtur.

Elisa í London skapar skreyt og stás og fær okkum at droyma stórar dreymar um vakurleika og veitslur í farnari og komandi tíð. H. C. Andersen lesur so leingi, at tey bæði hava gloymt, hvar tey eru stødd, tá ein reyður dupultbussur koyrir framvið, og tey varnast, at tey mugu fara hvør til sín.

Hann fer aftur til friðin, og hon aftur til býin.

Filmsfólkini í Vørðsluni skaptu hugmyndina um Elisu og H. C Andersen í London.

SVF hevur seinastu tíðina gjørt mentunarsendingar, sum hava havt meira flog. Hetta ger okkum áskoðarar medvitandi um, hvussu nógv skal til, fyri at gera mun. Vónandi fara játtandi myndugleikar at síggja tað neyðuga í at skapa fortreytirnar fyri arbeiðinum. - Stovnurin hevur fólkini.