Elis er serkønur dómari

Verturin í dansiband sendingini í ÚF ,"Hvat Nú?", eitur Elis Poulsen. Og hannn hevur nú fingið eina rættiliga viðurkenning, tí hann er kosin at sita í fakdómsnevndini, sum skal kjósa ársins dansiband í Noreg og hetta er ikki hissini heiður


Síðani Elis Poulsen, útvarpsmaður, fór undir sendingina "Hvat Nú?", er hann komin í ein serstakan heim, nevnliga dansiband heimin, og tað hevur gingið við ferð.
Heimasíðan hjá sendingini er væl vitjað úr øllum norðurlondum og bólkar senda fløgur, fyri at verða við á føroyska dansitopplistanum.

Dómaraheiður
Men at tað ikki bara hevur gingið skjótt, men eisini væl, at fáa viðurkenning og koma langt í dansibad heiminum, hevur Elis nú prógv fyri.
Hann er biðin til serkønan dómara, nú ársins dansiband skal kjósast í Noreg. Hetta er ikki hissini heiður, tí ársins dansiband svarar til kendu heiðursgávuna Music Awards.
- Hetta er størsti heiðurin innan dansiband tónleikin, og áður hava bólkar sum Ole Ivars fingið heiðurin, sigur Elis Poulsen, og nevnir, at teir sum fingu heiðurin í fjør, hóast heldur ókendir, rættiliga fingu vind í seglini.
- Eini 60 løg eru í ár at velja í. Sett eru dómsnevnd og seinni ein faknevnd, og at enda eru 8 løg, sum lurtarar eisini sleppa at siga sína hugsan um, so fólkið eigur eisini avgerðandi leiklut, sigur Elis, sum situr í faknevndini og sum leggur dent á, at hann hevur lurtað og tikið støðu og avgreitt sín leiklut.
Kann ikki koma longur
Elis og sendingin Hvat Nú? eru eftir stuttari tíð vorðin viðurkend innan dansibandheimin og hava fingið viðurkenning. Elis hevur eisini verið í útlondum í samband við dansibandfestivalir og m.a. hevur hann í fjør handað Føroyska Tónleikahornið til Ole Ivars, eitt føroyskt framleitt tónahorn, sum Torgerð Suðuroy tilevnaði. Ætlanir eru um at fara undir aftur tónahorntiltakið í ár, sigur Elis. Hornið verður latið til mest spælda bólk í árinum.
At koma í slíka faknevnd er stórur heiður. Eg kann iki koma nógv longur inan dansibandheimin, sigur Elis um dómaraheitið, og hann fegnast um álitið, sum víst er honum.
- Heimasíðan er broytt og tað hevur eisini gjørt góðan mun og hevur bøtt um viðurskiftini við dansibandheimin 1000 ferðir, hóast tey altíð vóru góð, sigur Elis, sum fyrstu tíðina eftir broytingina fekk eini hálvthundrað heilsanir dagliga úr øllum Norðanlondum.
- Fólk duga at síggja, at her er nakað bygt upp og tað verður virðismett, sigur ein fegin útvarpsvertur.
- Eg havi fingið nógvar persónligar vinir innan dansibandheimin, eri so at siga komin inn í hjartað, og kann ikki koma nógv longur, sigur Elis, sum eisini fegnast um samstarvið aðrar programleiðarar.
- Tað er høgt mett arbeiðið, ið er gjørt, og tað er eisini ÚF, sum hervið fær eitt herðaklapp, sigur Elis, sum á ferð kring landið og í prátið við lurtarar væl merkir, at lurtaratalið hjá Hvat Nú? er vaksandi.
- Eg kann ikki koma nógv longur, meti eg, men eg kann halda stásið viðlíka, sigur Elis, sum fegnast um at hava eitt arbeiði, sum eisini er ítriv, og sum bæði hann og konan hava gleði av, og at ein so stórur heiður, sum at verða nevndur til serkønan dómara so eisini fylgir við, tað staðfestir bert støðuna hjá føroyska dansiband vertinum.
- Eg kann bert vóna at sleppa at halda fram við hesum, tey árini eg havi eftir í arbeiðinum, sigur ein fegin útvarpsvertur, sum eisini avdúkar, at fleiri góð nøvn eru væntandi til Føroya í næstum, so dansibandhugað kunnu pussa skógvarnar og gleða seg.
Men meðan bíðað verður, ber til at lurta eftir Hvat Nú?.