Sólarn er føddur 20. juni 1926 og er sonur Hans Marius og Jóhonnu Solmunde úr Søldarfirði. Hann var bert seks ára gamal, tá hann misti mammu sína av tuberklasjúkuni, og gjørdist hon bert 29 ára gomul.
Sum 20 ára gamal fór hann til skips, til Íslands við íslendskum togara og so seinni eitt nú til Grønlands við Jóannesi Paturssyni.
Seinnu helvt av sekstiárunum og fram til seinast í sjeytiárunum, arbeiddi hann á fiskamjølverksmiðjuni í Syðrugøtu til hetta virki helt uppat.
Síðani starvaðist hann hjá SEV, til hann fór frá vegna aldur.
Sólarn røktaði 3 hagapartar í Søldarfirði í einum tíðarskeiði uppá 30 ár.
Hagin Á Fløtum sum Rólant Olsen átti, røktaði hann í 30 ár. Hagin Í Skriðunum sum ytrimenn áttu, røktaði hann í eini 20 ár og hagin Undir Kletti sum Sámal Jákup Lamhauge átti, røktaði hann í uml. 10 ár.
Hann var dyggur í ráðum og skilamaður tá tað snúði seg um seyð og seyðahald, kendi sum fáur hvønn einstakan seyð og fleiri seyðaættarlið hjá bóndum og traðarmonnum.
Hann giftist við Elinborg í Bartalsstovu úr Syðrugøtu, og búðsettust tey har.
Elinborg er dóttir Malenu og Hans í Bartalsstovu, hon er fødd 19 juni 1929 og fór hon sum ung niður til Danmarkar at tæna og síðani á Sorø Húsarhaldsskúla.
Tá prentsmiðjan Estra byrjaði sítt virkið í Syðrugøtu í 1966 í einum gomlum pakkhúsið úti á kajuni, vóru bert 2 starvsfólk - Elinborg og stjórin, Stig Rasmussen.
Hans í Bartalsstovu seldi olju og bensin í Syðrugøtu í nógv ár, seinnu árini tók Elinborg sær av hesum starvi burturav.
Elinborg hevur haft stóran áhuga í ættargransking, og mangar eru tær ættartalvur, sum hon hevur latið úr hondum.
Elinborg og Sólarn eiga 2 døtrar, Jórun og Maigun, og eiga tey 5 barnabørn og eitt langommu- og langabbabarn.
Heimið í Syðrugøtu hevur altíð verið eitt opið og lívligt heim, merkt av gestablýdni, og hava nógv fólk haft sína dagligu gongd har.
Dagurin verður hátíðarhildin saman við familjuni.