Nú um dagarnar fer Elin Heinesen eina ferð aftur í farnar dagar, nú hon gevur fløgu út við útlendskum løgum, sum eru týdd til føroyskt. Á fløguni eru 15 løg, har tey flestu eru eldri væl umtókt løg, sum eru týdd til føroyskt, men onnur eru ikki so kend. Løgini eru fyrst og fremst yndisløg hjá Maud Heinesen, mammu Elina, og Svenn Brimheim, mammubeiggja Elina, sum bæði doyðu av krabbameini fyri nøkrum fáum árum síðani.
Elin Heinesen ætlar, at fløgan skal vera ein minnisvarði yvir hesi bæði systkini, sum bæði doyðu av krabbameini, umframt at hon skal vera til æru fyri øll tey, sum eisini eru farin av herviligu krabbasjúkuni.
Í tí sambandi verður Krabbameinsfelagið eisini stuðlað við 20 krónum av hvørjari seldari fløgu.
- Hetta er ein fløga, ið floymir yvir av nostalgi, romantikki, eftirhugsni, kærleika til menniskju og vilja til lívið, sigur hon um fløguna.
Við sær á fløguni hevur hon orkestrið, Ad Libitum, sum áður hava verið mest kendur fyri at spæla lættari klassiskan tónleik.
Í sambandi við fløguna verður útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum í Havn mánakvøldið klokkan 20.30










