Elin Brimheim Heinesen á Ó

Nú kunnger Ó-festivalurin næstu nøvnini, sum skulu spæla á ólavsøku. Í tíðindaskrivi siga fyriskipararnar, at millum sangirnar, áhoyrarnir á Ó festivalinum kunnu vænta at hoyra Elina framføra á Áarpalli á Áarvegnum, er júst sangurin um Áarvegin.

 

Ó festivalurin kunngerð eisini eisini í dag, at Tinganest fer at framføra á Tórspalli á Vaglinum, og at tungmálmsbólkurin Hamferð verður at hoyra á pallinum í

Steinatúni. Hesar nevndu konsertir verða allar ókeypis tann 28. og 29. juli.

 

Forsølan til Ó konsertina, sum verður á tann 27. juli, er byrjað og har verður eitt av nøvnunum Kristel við bólki, umframt høvuðsnavnið The Dreams.