Elin á Rógvi hevur vunnið Barna og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bók sína, Flytifuglar. Virðislønin verður latin annað hvørt ár fyri at seta fokus á og styrkja barna- og ungdómsbókmentir í útnorðri. Virðislønin er á DKK 60.000. Hjartaliga til lukku, skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.
Um bókina:
Eitt mist heim.
Eitt rænt barn.
Og ein pistól ímóti høvdinum …
Hóast 11 ára gamla Mai hevur búð í Vestmanna í fleiri ár, er tað ringt at føla seg heima, tá eingin letur hana gloyma, at hon er øðrvísi. Tá ein drongur hvørvur sporleyst úr einum barnavogni, royna Mai og vinkonan Emma at finna hann. Dagarnir ganga, og leitanin tykist vónleys. Men knappliga stendur Mai við einum smábarni í ørmunum og má flýggja fyri lívinum, um hon skal bjarga sær sjálvari og barninum. Flytifuglar er ein spennandi krimi, og ein søga um at vera tilflytari, sum ikki pyntar upp á veruleikan. Bøkurnar, ið vóru í uppskoti at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 vóru Flytifuglar, Eli aalisagaesuarlu eftir Apollus Inûsugtok´ (Grønland) og Hérargerði eftir Lóa Hlín Hjálmtýsdóttir (Ísland).
kelda: www.listaportal.com
Dagført:
Almanna- og mentamálaráðið skrivar í tíðindaskrivi:
Hesa vikuna hevur 40. Ársfundur Útnorðurráðsins verið, sum Føroyar hava verið vertir fyri. Sum siðvenja er, verða barna- og ungdómsbókmentavirðislønir Útnorðurráðsins latnar annaðhvørt ár, og fær vinnarin 60.000 kr. Seinast var í 2022, tá ið Dánial Hoydal og Annika Øyrabø fingu virðislønina fyri barnabókina, Abbi og eg.
Londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, hava hvør í sínum lagi skotið eina bók upp frá teirra ávísa landi til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Aftur hesuferð fóru Føroyar avstað við sigrinum, og var tað við bókini hjá Elini á Rógvi, Flytifuglar.
Flytifuglar er ein spennandi krimi til børn og ung. Í bókini fylgja vit 11 ára gomlu Mai, sum er flutt úr Teilandi til Vestmanna. Mai roynir at finna seg til rættis í nýggju tilveruni í Føroyum, men hon verður møtt við fleiri avbjóðingum, ið kunnu gera seg galdandi, tá ið tvær ymiskar mentanir hittast.
Bráddliga hvørvur eitt barn, og Mai og vinkona hennara, Emma, seta sær fyri at rannsaka málið sjálvar. Gjøgnum søguna verður stríðið hjá Mai fyri at finna sín samleika og at kenna seg heima í einum fremmandum heimi, lýst.
Elin á Rógvi er ættað úr Havn. Hon er kend sum eitt nú barnabókahøvundur, sangari, skemtari og útvarpsvertur í barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hon hevur skrivað tveir útvarps-jólakalendarar: Eg sá ein eingil, sum varð sendur í 2010, og Nivinaja, sum varð sendur í 2014.
Í 2014 fekk hon Barnabókmentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, og í 2015 varð hon tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentaviðursløn Norðurlandaráðsins fyri bókina Og mamma.
Umframt Elina á Rógvu, Dánial Hoydal og Anniku Øyrabø hava Bárður Oskarsson (2018 og 2006) og Rakel Helmsdal (2016) vunnið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
Vit ynskja Elini hjártaliga til lukku við heiðrinum!
##med2##