TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Eliesar Olsen fyrr í kvøld. Eliesar upplivdi sínar menn tapa 0-4 ímóti AB á heimavølli fyrr í kvøld.
Eliesar ásannar, at teir í EB/Streymi vildu tað ikki nóg nógv í dag. Tó var talan um eitt frægari avrik í fyrra hálvleiki, tá støðan framvegis varð 0-0.
Hóast bert átta dystir eru eftir, og fleiri stig eru upp til bjargingina, so staðfestir Eliesar, at teir framvegis trúgva uppá tað, tí um teir ikki sjálvir trúgva uppá tað, hvør skal so trúgva uppá tað?