Elias vann á Kjartani

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur saman við liðfeløgunum og vunnið báðar uppgerðirnar móti Kjartani Johansen og hansara liðfeløgum

Savnsmynd: Poli Hansen

Savnsmynd: Poli Hansen

Seinnapartin í dag var granna- og føroyingauppgerð í Partille Arena í bestu svensku hondbóltsdeildini millum liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof og liðið hjá Kjartani Johansen, Önnered.

 

Elias og liðfelagarnir vunnu greiðan 37-29 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda 19-15.

 

Elias hevur vunnið báðar føroyingaruppgerðirnar higartil. 16. oktober í fjør vann Sävehof útidystin 32-25 (18-11)

 

Elias skoraði trý mál uppá átta málroyndir, og Kjartan skoraði eitt mál uppá tvær málroyndir.

 

Sävehof er einsamalt oddalið við 31 stigum, fimm stig frammanfyri nummar tvey, Skövde.

 

Önnered er fjórðaftast í deildini við 12 stigum. Fýra stig eru upp til Hallby sum er á áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið.

 

Komandi leygardag spælir Sävehof heimadyst móti Ystad.

 

Önnered spælir 22. februar heimadyst móti Malmö.

 

STØÐAN: 

 

Nr.                   Lið:DystirVJT+/-Stig+/-
1 IK Sävehof191513592 - 5143178
2 IFK Skövde HK181224534 - 4932641
3 IFK Kristianstad161132466 - 4032563
4 Ystads IF HF181125531 - 4892442
5 Alingsås HK19955537 - 5232314
6 Hammarby IF HF191027563 - 5482215
7 HK Malmö17827484 - 4721812
8 IF Hallby HK19649508 - 53616-28
9 Lugi HF186210493 - 49714-4
10 Eskilstuna Guif IF187011494 - 53514-41
11 Önnereds HK205213558 - 60012-42
12 HK Aranäs184311464 - 51711-53
13 Redbergslids IK194213522 - 56610-44
14 IFK Ystad HK183411480 - 53310-53

 

 

 

Savnsmynd: Poli Hansen

Savnsmynd: Poli Hansen