Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur fingið nógva jaliga umrøðu seinastu dagarnar tá hann farna hóskvøld hevði eina fríspæling og sending frá einari aðrari verð til liðfelagan í Sävehof, Felix Møller sum skoraði við góðari hjálp tað, ið svenskarar hava hug at nevna ársins mál í bestu svensku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Hetta var í grannauppgerð móti lokala arvafíggindanum í Göteborg, Redbergslid. Sävehof vann dystin 31-28.
Tað málið og rós frá venjara og viðspælarum til Elias sæst í hesari greinini í størsta lokala blaðnum, Göteborgsposten.
Í dag ferðaðist hópurin hjá Sävehof úr Göteborg og suður til Kristianstad at spæla dyst móti IFK Kristianstad.
Sävehof vann 27-25. Í steðginum var IFK Kristianstad á odda 14-11. Liðini fylgdust til støðuna 23-23. Tá bleiv tað avgerandi, at Sävehof fekk trý mál á rað.
Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvey mál uppá brotskast í fyrra hálvleiki. Tíverri brendi Elias eitt brotskast í seinna hálvleiki, men tað endaði væl hjá Sävehof tá samanum kom.
Sävehof liggur næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini við 36 stigum, eitt stig aftanfyri Ystad sum hevur 37 stig. HK Malmö hevur 36 stig á triðja plássi.
Mikukvøldið spælir Sävehof á útivølli móti Önnered sum liggur á 10. plássi við 17 stigum. Tá skuldi verið góður møguleiki fyri sigri til Sävehof.