Elias og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

THW Kiel er fjórðfremst í týsku bundesliguni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í dag móti Stuttgart í dysti í týsku bundesliguni.

 

Tað eydnaðist Kiel í einum málríkum dysti at vinna 39-36. Í steðginum var Kiel á odda 20-18.

 

Elias fekk tveir málmøguleikar og hann setti báðar í kassan. Haraftrat legði hann upp til eitt mál.

 

Ígjár vann liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin 30-26 (15-11) á Lemgo á heimavølli.

 

Füchse Berlin er á odda við 38 stigum, og nummar tvey er Magdeburg við 36 stigum. Liðið hjá havnarmanninunm á danska landsliðnum, Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg Handewitt er nummar trý við 32 stigum, og THW Kiel er nummar fýra við 30 stigum. Nummar fimm er Melsungen við 29 stigum. Frá Melsungen eru átta stig niður til nummar seks, Hannover-Burgdorf sum hevur 21 stig. 

 

Tvey tey fremstu liðini vinna seg í Champions League, og liðini sum enda nummar trý til fimm vinna seg í EHF European League.

 

Komandi týsdag klokkan 17.45 tekur Füchse Berlin móti Sporting Lissabon í bólki 4 í millumumfarinum í EHF European League. 

 

Komandi hósdag klokkan 17.45 tekur THW Kiel móti Eurofarm Pellister í bólki A í Champions League.