Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel ferðaðust í dag til Leipzig fyri at spæla dyst í týsku bundesliguni.
Dysturin endaði við teprum 35-34 sigri til Leipzig. Í steðginum var 16-15.
Tá tveir minuttir vóru eftir var Leipzig á odda 35-32. Sven Ehrig og Elias fingu minkað munin til 35-34. Kiel spældi við sjey monnum tað seinasta álopið í dystinum, men tað eydnaðist ikki at knógva ein javnleik heim.
Elias gjørdist saman við eysturíkska, Nikola Bylik toppskjútti hjá Kiel við átta málum. Elias legði harumframt upp til fimm mál hjá Kiel.
Kiel hevur fingið eina haltandi byrjan í bundesliguni. Teir hava vunnið fýra og hava tapt fýra dystir, og tað er ikki ein úrtøka mest vinnandi liðið í Týsklandi vanliga er kent fyri.
Í Champions League hevur Kiel vunnið fýra av fýra dystum.
Liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin er oddalið við fullum stigatali, 18 fyri níggju dystir. Tíverri er heldur langt ímillum, at Hákun fær nevnivert av spælitíð.
Komandi hósdag klokkan 17.45 spælir Kiel útidyst móti norska liðnum, Kolstad í Champions League.
Komandi týsdag klokkan 17.45 spælir Füchse Berlin fyrsta dystin í EHF European League hetta kappingarárið. Füchse Berlin spælir á heimavølli móti franska liðnum, Chambery Savoie.