##med2##
- Tað næsta verður, at ein skal hava báðar armarnar í fatli. Orðini eigur hjálparvenjarin hjá føroyska landsliðnum, Eli Hentze um margháttliga brotssparkið Ísrael fekk við 1-0 mál, har Odmar Færø fær bóltin í ryggin, og uttan at síggja bóltin fær hann í armin. Eli skilur ikki, at Ísrael kundi fáa brotsspark uppá eina slíka støðu. Eisini var tað margháttligt við tí avbrotinum sum var av áskoðarum, og í mun til mongu útskiftingarnar, at dómarin bara legði tríggjar minuttir aftrat.
Annars kann Eli staðfesta enn eitt erguligt tap aftaná eitt stórt sæð megnar avrik. Megnar avrikini og tepru tapini hava verið fleiri í heyst, og nú fer at vera arbeitt við at vinna seg yvirum málstrikuna og fáa javnleikir og sigrar.
Um Klæmint A. Olsen viðgongur Eli, at tá hann var ein av viðmerkjarunum/fótbóltsserfrøðingunum fýltist hann á, at Klæmint A. Olsen fekk ov lítið burturúr á landsliðnum, men hesi seinnu árini hevur Klæmint gjørt hesum til skammar, og Eli er tann fyrsti at fegnast um tað.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Eli Hentze aftaná tepra 2-3 tapið niðri í Ísrael.
Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)
1-0: Munas Dabbur br 30.
2-0: Shon Weissman 58.
2-1: Sølvi Vatnhamar 62.
2-2: Klæmint A. Olsen 72.
3-2: Dor Peretz 74.
Dómarabólkur úr Fraklandi:
Føroyar: Gunnar Nielsen - René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Sonni Ragnar Nattestad (Heri H. Mohr, 71.), Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (Klæmint A. Olsen, 52.), Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen (Tróndur Jensen, 70.), Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen 80.) - Jóan Símun Edmundsson (Jóannes Bjartalíð, 80.)
Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Bartal Wardum, Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Heðin Hansen og Patrik Johannesen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze