Sunnudagin 4/11 skipaði Føroya Triathlon Felag fyri FM í triathlon. Sjálv FM kappingin var í fjórðings triathlon, sum er 1500 metra svimjing, 40 km súkkling og so 10 km renning.
Men fyri at økja um áhugan fyri hesi ítrótt millum fólk, so bjóðaði FTF (Føroya Triathlon Felag) eisini til kappingar í 1/8, sum er 750 metra svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning, og 1/12 triathlon, ið er 300 metra svimjing, 15 km súkkling og 3,8 km renning.
Í kuldanum sunnudagin møttu 13 íðkarar til kappingarnar. Meðan teir kappaðust, bjóðaði TSF saman við Coca Cola áskoðarunum sodavatn og kaffi. Fitt av fólki var og hugdi at, tí hesaferð vóru íðkararnir aldursbýttir soleiðis, at børn, abbabørn, konur og foreldur vóru komin at stuðla.
Óvæntaður vinnari
Føroyameistari í triathlon 2001 gjørdist heilt óvæntað 17 ára gamli Eli Christiansen, sum vit best kenna frá súkkling, men sum eisini hevur eina fortíð sum svimjari í fremstu røð.
Eitt bragd, sum fleiri hava roynt eftir, men sum hann náddi longu annað árið sum triathletur. Uttan iva verður Eli eitt gott boð sum triathletur næstu ferð slík kapping verður á Oyggjaleikum.
Honum á baki kom gamli kongurin í føroyskum triathlon Gunnar Dahl Olsen, sum umframt at punktera, eisini misti tíð við fyrsta klæðnaskifti.
- Eli fekk eitt lítið forspring í svimjingini, men eg var vísur í, at eg fekk hann aftur í súkklingini, og tí gav eg mær góðar stundir til at lata meg í "vetraklæði". Men eg hevði bert súkklað í 10 minuttir, so punkteraði eg. Hetta kostaði mær FM-heitið, tí eg misti umleið 3 minuttir upp á at skifta hjól. Men heiðurin skal ikki takast frá Eli, ið hevur ment seg rættiliga nógv seinastu tvey árini, segði Gunnar Dahl-Olsen eftir kappingina.
Triði maður um málstrikuna var veteranurin, 42 ára gamli oyggjaleikatriathleturin Kári Simonsen, sum í dag fekk sína bestu tíð nakrantíð, og prógvaði, at venjing hjálpir, líkamikið aldurin.
Ungir svimjarar royndu seg
Á 1/8 teininum vóru tríggir ungir svimjarar, ið royndu seg fyri fyrstu ferð. Væl gekst, og allir komu á mál. Serliga Aksal Norðfoss vísti, at um hann vil, so hevur hann eina framtíð í triathlon tá hann gevst sum svimjari.
Hinir báðir, Ari av Rana og Egil Gunnarson, kláraðu seg væl, samanborið við aðrar íðkarar onnur ár, men var tað serliga súkklingin, ið gav teimum trupullrikar.
Stytsti teinur væl mannaður
1/12 teinurin var tann best mannaði bólkurin hendan kuldadagin í november. Har vóru gamlir triathlonkenningar, ungir dreingir og íðkarar, ið vóru við bara fyri at gjøgnumføra teinin.
Sverri Mohr Edvinson vann hendan teinin, hóast hann var seinastur upp úr svimjihylinum, og var tað serliga súkklingin ið hjálpti, men hann var eisini skjótastur á renniteininum. Nummar tvey var Evald Rasmussen, ið var fyrstur upp úr hylinum, og tað hóast hann svam 50 metrar ov nógv. Eina løtu lá hann fremstur á súkkluteininum, men bæði Jens Glerup, sum nú fjallasúkklar og rør kajak, og Sverri Mohr Edvinson, sum í ár er givin at súkkla, fóru framum. Hetta er fyrsta kappingin hjá Evald eftir at hann á súkklu stoytti saman við ein bil niðri á Man í summar.
Nummar trý gjørdist Jens Glerup, sum hóast fyrstur út á renniteinin, varð yvirhálaður av Sverra og Evaldi.
Nummar fýra gjørdist Dánjal Michaelsen, ið var við fyri fyrstu ferð. Tíðin hjá honum sigur so mikið, at av honum skulu vit vanta okkum okkurt, bæði tá talan er um súkkling og triathlon.
Fimti maður var marathonrennarin Robert Wilhelmsen, ið ikki hevur vant súkkling í ár, tí øll tíðin er farin á kinverska garðinum og í Berlin.
Feðgarnir Luis og Finnur Lútzen gjørdust ávíkavist nummar seks og sjey. Teir høvdu sett sær fyri at fullføra teinin, og tí málinum náddu teir. Feðgarnir vóru eisini yngsti og elsti íðkari í triathlon henda dagin, henda dagin tá triathlon var fyri "víkingar". Luis er 11 ára gamal og Finnur er 50 ára gamal.
Árið av
Við hesari kapping var so fyrsta kappingarárið hjá FTF liðugt. Árini frammanundan hevur Tórshavnar Súkklu Felag skipað fyri triathlonkappingunum, men til Oyggjaleikirnar var FTF stovnað fyri betur at røkja áhugamálini hjá triathletunum, og framyvir verður tað so hetta felag, ið skipar fyri triathlon kappingum í Føroyum.
Vinnarar og føroyameistarar fingu heiðursmerkir og steyp, og var tað P/F Poul Hansen, ið heiðraði vinnararnar!