Nýggjar sjálvvirkandi flytingar kunnu ikki stovnast í Gjaldskipanini gjøgnum føroysku peningastovnarnar. Tað er avleiðingin av avgerðini hjá Dátueftirlitinum tann 28. oktober.
Men nú heldur Elektron seg hava funnið ein útveg, so nýggir gjaldarar kortini kunnu koma upp í skipanina. uttan um peningastovnarnar.
? Galdandi kunngerð, sum einans er miðað ímóti føroyskum peningastovnum, er ikki til hindurs fyri, at ognarar gera avtalu við PBS um at greiða uppkrøv gjøgnum danska makan hjá Gjaldskipanini, BetalingsService, sigur Elektron í einum tíðindaskrivi.
Hetta líkist einari roynd at koma uttan um kunngerðina, ið skal forða fyri, at upplýsingar í sambandi við peningaligar flytingar millum fólk og fyritøkur í Føroyum, liggja uttanlands.
Elektron sigur, at tað einasta, sum er galdandi, er at avtalur um sjálvvirkandi flytingar ikki kunnu fara um diskin hjá einum føroyskum peningastovni. Viðskiftafólk kunnu frítt melda seg í Gjaldskipanini, um ognari teirra hevur avtalu við PBS, eins og viðskiftafólk um homebanking skipanina frítt kunnu greiða gjaldingar gjøgnum Gjaldskipanina.
Sostatt er einki til hindurs fyri, at skuldarar ? gamlir sum nýggir ? gera nýtslu av teimum gjaldsmøguleikum, sum eru í Gjaldskipanini, sigur Elektron í tíðindaskrivinum.
Eftir fatan Elektrons er avgerð Dátueftirlitsins ikki sambærilig við løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og Elektron hevur sostatt tann 30. oktober 2003 lagt avgerð Dátueftirlitsins fyri Føroya Rætt at taka støðu til. Elektron hevur annars heitt á Dátueftirlitið um at lata sakarmálið hava útsetandi ávirkan á avgerðina frá 28. oktober 2003.
Dátueftirlitið hevur ikki gingið hesi umbøn á møti, og føroysku peningastovnarnir kenna seg tí noyddar til fyribils at steðga øllum nýggjum tilmeldingum til sjálvvirkandi gjaldingar í GjaldSkipanini.