KT-loynsin, ið sipað verður til, er tann sonevnda Citrix-loysnin. Skipanin er rættuliga umfatandi og kann verða ein fullkomin KT-loysn fyri eina fyritøku. Við eini CITRIX-loysn kann ein fyritøka fullkomilig sleppa undan at hava sínar egnu ambætarar og enntá lokalar harddiskar.
Alt á goymslu hjá Elektron
CITRIX-loysnin virkar á tann hátt, at ein fyritøka kann hava øll síni data, forrit og annað á goymslu á einum stórum ambætara hjá Elektron.
Á henda hátt sleppur fyritøkan eisini undan sjálv at taka sær av viðlíkhaldi, ikki er neyðugt at hava KT-fólk í starvi í fyritøkuni, og eisini slepst undan at hava stór KT-tól, sum brúka nógv pláss, standandi í hølunum hjá fyritøkuni. Hetta ger sjálvsagt, at tað verður nógv rúmsáttari í hølunum.
Niels Christian Nolsøe, stjóri í Elektron, sigur, at CITRIX-loysnin er ein sera trygg loysn, og sjálvt um øll data verða goymd á einum ambætara hjá Elektron, so er tað bert fyritøkan sjálv, ið hevur atgongd til hesi data.
- Øll data verða krypteraði, soleiðis at eingin annar kann fáa fatur á teimum. Ein annar fyrimunur er eisini, at brúkarin kann sleppa inn á ambætaran, óansæð hvar hann er staddur. Um hann til dømis er á ráðstevnu uttanlands, so kemur hann beint inn á ambætaran hjá Elektron og fær fatur á sínum data. Tað er ógvuliga einfalt og brúkaravinarligt, sigur Niels Christian Nolsøe.
Á KT-stevnuni í Norðurlandahúsinum í komandi viku fer Elektron millum annað at vísa áhugaðum heilt nágreiniliga, hvussu CITRIX-loysnin virkar, og hvørjar fyrimunir hon hevur.